torsdag den 3. juni 2010

Levi og Jógvan fegnast!

Mynd: Biit dansurbólkur vitjar!


Ungdómsvirksemið, sum farið varð undir í Hoyvík í vár, heldur fram í heyst og tað fegnast Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráð og Levi Mørk, leiðari, um

Hálvan mars var sum eina roynd farið undir tilboð til ungdóm í smábarnaskúlanum við Hoyvíkar skúla. Har hevur verið opið við ymiskum áhugaverdrum tilboðum til tey ungu mánakvøld og leygarkvøld.

Undirtøkan hevur verið sera stór. Áleið 100 ung í aldrinum 13 til 18 ár hava vitjað hvørt kvøld. Bæði ung og foreldur í Hoyvík hava verið sera fegin um tiltakið og hava vónað, at tað heldur fram eftir summarfrítíðina.

Mentamálanevndin hjá býráðnum hevur á fundi mikudagin gjørt av at játta 130.000 krónur til framhald av hesum neyðuga ungdómsvirksemi í Hoyvík eftir summarfrítíðina.

Tað er frítíðarskúlin í Hoyvík, sum stendur fyri hesum tilboðnum.

Levi Mørk, leiðari fyri ungdómshúsið, sigur, at tá ið tey byrja aftur í september, er ætlanin at hava diskotek eina ferð um mánaðin, tá ið vit byrja aftur.

Umhugsað verður eisini at býta aldursbólkarnar meiri sundur.

- Vit fara eisini at gera ymiskar reglar fyri teimun ungu og ein limalista. Vit hava eitt rúsfrítt umhvørvi og gera eitt fyribyrgjandi arbeiði við ungdómshúsinum og vit eru jú her fyri at fyribyrgja at herverk og annað ikki hóskandi atburður ikki henda, sigur Levi Mørk

Navnakapping hevur verið til ungdómshúsið í Hoyvík!

kelda. http://www.torshavn.fo/ 03. juni 2010

Skjótt verður nýtt navn til ungdómshúsið í Hoyvík avdúkað. Mentamálanevndin hevur avrátt, at virksemið skal halda fram og kemur á fíggjarlógina frá l. januar 2011.

Royndir hava verið gjørdar við ungdómsvirkseminum seinastu tríggjar mánaðirnar. Royndirnar hava hepnast sera væl og eini hundrað ung hava vitjað, hvørjaferð opið hevur verið.

Verulig gongd kemur aftur á virksemið eftir 1. september. Meira fæst at vita um virksemið á:

Facebook: Ungdómsvirksemi í Hoyvík
ella á: Heimasíðuni:http://www.unghoy.blogspot.com/

http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=2224

Dansibólkurin Biit, á pallinum í ungdómshúsinum.

Tað var eitt fragd fyri eygað hjá okkum at uppliva dansibólkin Biit framføra í ungdómshúsinum mánakvøldið 31. maj. 2010. Tey ungu tóku væl ímóti teimun og stemningurin var í top.