tirsdag den 30. marts 2010

Frítíðarvirksemi verður nú sett í verk fyri ungdóm í Hoyvík.

04. mars 2010
Nýtt ungdómsvirksemi í Hoyvík
Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur í dag einmælt samtykt eina royndarskipan, sum byrjar longu um eina góða viku – tann 15. mars. -

Okkara umsiting fyri børn og ung hevur eftir áheitan frá býráðnum mett um tørvin á frítíðarátøkum millum tey ungu í kommununi sum heild og mælir til tílíkt virksemi í Hoyvík beinanvegin, tí har er tørvurin størstur, sigur formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge.

Virksemið verður í frítíðarskúlanum við Hoyvíkar skúla, sum skúlaleiðslan og leiðslan fyri frítíðarskúlan hava játtað at lata upp fyri ungdóminum eftir vanliga afturlatingartíð.Í fyrstu atløgu verður talan um tveir dagar um vikuna, mánakvøld frá kl. 18 til 23 og leygarkvøld frá kl. 22 til 02 í tríggjar mánaðir sum ein royndarskipan. Aldursbólkurin er millum 13 og 18 ár.

Hesar tríggjar mánaðirnar verður arbeitt víðari við, hvussu hetta ungdómsvirksemið í Hoyvík kann skipast eftir einum føstum leisti í framtíðini. Haraftrat verður arbeitt víðari við møguleikunum aðrastaðni í kommununi.

Fólkatalið í Hoyvík veksur alsamt og barnatalið við. Jógvan Arge, nevndarformaður, sigur, at kommunan hevur kannað møguleikarnar fyri sonevndum klubbvirksemi fyri børnum úr 3. til 6. flokk í Hoyvík.

Hesin spurningur er ikki loystur enn, men arbeitt verður víðari við ætlanini, eitt nú í sambandi við, at Hoyvíkshøllin verður útbygd, sigur hann. Í fjør heyst var ungdómstilboð sett í verk fyri ungdómin í Nólsoy. Har lata tey væl at átakinum hjá Tórshavnar Kommunu.

Ingen kommentarer: