tirsdag den 30. marts 2010

www.mess.fo hevði samrøða við Levi Mørk og Bjørg Danielsen

Ungdómshúsið í Frítíðarskúlanum lat upp í í gjárakvøldið. Undirritaði var og tosaði við Levi Mørk     og Bjørg Danielsen, og setti teimum nakrar spurningar.

Hvussu ber tað til at tit hava opnað eitt ungdómshús í Frítíðarskúlanum í Hoyvík?
Tí, tað er so stórur tørvur á hølum til ung millum 13 og 18 ár. Margarinfabrikkin liggur so langt burtur, og tey í Hoyvík hava onga aðrastaðni at fara. Eisini er tað gott hjá ungdóminum at koma út í millum onnur ung.
Hví er Ungdómshúsið bara til ung millum 13-18 ár?
Vit halda at tey ungu mangla støð at fara í, og vit vilja gjarna geva teimum eitt rúsfrítt stað, har tey kunnu hugna og stuttleika sær. Ung, ið eru blivin 18 ár hava onnur støð at fara.
Hví skal húsið verða rúsfrítt?
Tað er tídningarmikið fyri okkum at fyribyrgja tey ungu. Tvs. at vit vilja gera so nógv sum gjørligt fyri at kunnað tey um hvussu ósunt alkohol, sigarettir o.a er.
Hvussu leingi hava tit arbeitt uppá ungomshúsið?
Vit fingu ikki a vita fyrr enn 03.03 í ár, at tað var møguligt at skapa eitt ungdómshús, so vit hava gjørt skjótt av. Enn er ikki alt komið uppá pláss, men tey ungu skulu eisini sleppa at seta sítt preg á húsið, so tey kunnu føla seg væl.
Hvat er endamálið við húsinum?
At tey ungu skulu hava eitt stað at fara til. At fáa tey ungu at socialisera seg, ístaðin fyri at sita inni alt kvøldið framman fyri einum skíggja, kunnu tey koma oman í ungdómshúsið, at vera saman við øðrum við somu áhugamálum. Eisini er eitt av høvuðsmálinum at forða ungdóminum at detta í rúsevni. Tá tað gongur illa í einum samfelag, er tað oftað tey ungu ið verða gloymd, og tey kunnu tí koma í truplar støður, og vit vilja gjarna hjálpa teimum áðrenn tað kemur so langt.
Hvat kunnu tey ungu hugna sær við har?
Vit hava teldur, við nógvum spølum, playstation, internet, sofur har ein kann slappa av í, og eisini hevur ungdómshúsið leiga høllina einaferð um vikuna, har tey ungu kunnu sleppa at spæla hockey ella onnur líknandi spøl, ið tey hava hug til.
Hevur ungdómshúsið einki navn fingið enn?
Nei, ikki enn. Men vit rokna við at tað fer at koma skjótt. kathrina@mess.fo

Ingen kommentarer: