
16. mars 2010
Ungdómsvirksemið í Hoyvík lat upp í gjárkvøldið.
Levi Mørk, leiðari, bjóðaði vælkomin og takkaði kommunununi fyri, at hon hevði tikið stig til at bjóða ungdóminum í Hoyvík frítíðarskúlan eftir vanliga afturlatingartíð, tvær ferðir um vikuna. Síðani spældi bólkurin Oniontree.
Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini helt røðu, og handaði Levi blómur.Jógvan segði, at sum eina roynd í tríggjar mánar verður opið tvey kvøld um vikuna - mánakvøld og leygarkvøld.
Fyribrigdið er ikki ókent í kommununi. Margarinfabrikkin hevur eini 15 ár á baki og er eftirhondini komin væl á lagið. Hon er fyrimynd fyri tí frítíðarvirksemi, sum í fjør varð sett í gongd úti Nólsoy, har tey láta væl at.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar