Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti í vikuni einmælt eina royndarskipan við føstum ungdómsvirksemi, sum byrjar longu um nýggju dagar - tann 15. mars.
Tónleikur og kappingarVirksemið verður í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, sum er opin fyri ungum fólkum millum 13 og 18 ár eftir vanliga afturlatingartíð. Í fyrstu atløgu verður talan um tveir dagar um vikuna, mánakvøld frá kl. 18:00 til 22:00 og leygarkvøld frá kl. 20:00 til 02:00 í tríggjar mánaðir, sum ein royndarskipan.
Torshavn.fo veit at siga, at Levi Mørk, býráðslimur og leiðari fyri Frítíðarskúlanum í Hoyvík, frøist um, at hetta verður sett í verk.
- Vit eru í ferð við at fyrireika at taka ímóti teimum ungu í Hoyvík mánakvøldið 15. mars, og her verður nógv spennandi á skránni. Skráin verður kunngjørd í komandi viku, men tað verður bæði tónleikur og ymiskar kappingar.
Levi Mørk heldur eisini, at tílík tiltøk mugu gerast aðrastaðni í kommununi. Eitt nú í Kollafirði, har ein kundi brúkt loftið í ítróttarhøllini til endamálið. Levi Mørk leggur afturat, at umsitingin arbeiðir við málinum um tilboð fyri ung í Tórshavnar kommunu.
´

Kelda: Torshavn.foMynd: iStock
regin@mess.fo
regin@mess.fo
Ingen kommentarer:
Send en kommentar