tirsdag den 30. marts 2010

Gera klárt til ungdómin í Hoyvík



05. mars 2010
Frítíðarvirksemi verður nú sett í verk fyri ungdóm í Hoyvík. Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur í vikuni einmælt samtykt eina royndarskipan, sum byrjar longu um eina góða viku – tann 15. mars 2010.



Virksemið verður í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, sum er opin fyri ungdóminum eftir vanliga afturlatingartíð.

Í fyrstu atløgu verður talan um tveir dagar um vikuna, mánakvøld frá kl. 18 til 22 og leygarkvøld frá kl. 22 til 02 í tríggjar mánaðir, sum ein royndarskipan.Aldursbólkurin er millum 13 og 18 ár.


Levi Mørk, býráðslimur og leiðari fyri Frítíðarskúlanum í Hoyvík frøist um, at hetta verður sett í verk, og sigur, at hetta er ein stórur sigur fyri ungdómin í Hoyvík. Hann leggur aftrat, at fólkatalið í Hoyvík veksur alsamt og barnatalið við.


Hetta má eisini gerast aðrastaðni í kommununi, eitt nú í Kollafirði, her kundi ein brúkt loftið í ítróttarhøllini til endamálið. Levi Mørk leggur afturat, at umsitingin arbeiðir við málinum um tilboð fyri ung í Tórshavnar kommunu.


Vit eru í ferð við at fyrireika at taka ímóti teimum ungu í Hoyvík mánakvøldið 15. mars, og her verður nógv spennandi á skránni. Skráin verður kunngjørd í komandi viku, tað verður bæði tónleikur og ymiskar kappingar. Levi sigur, at øll ung millum 13 til 18 eru vælkomin.

Ingen kommentarer: